Í nýggjari bók greiðir Frederik, krúnprinsnur frá, at drotningin er væl fyri nú, men samstundis fáa hann og Mary, krúnprinsessa, fleiri uppgávur.
Krúnprinsurin og krúnprinsessan siga, at tey royna at liva í nú'inum, men teirra tilvitska um, at tey einaferð verða kongur og drotning veksur. Tað sigur krúnprinsurin í nýggjari bók "Under Bjælken", sum journalisturin Jens Andersen hevur skrivað.
- Jú vit tosa meira og meira um, hvussu tað verður. Tað snýr seg um at verða fyrireikaður, sigur krúnprinsurin í bókini, sum kemur á marknaðin 1. november.
- Mary og eg eri fyrireikað upp á, at alt kann henda. Tað er púra greitt, tó vit ikki vilja dramatisera heilsustøðuna hjá mammu míni. Men tað vildi verið løgið, um man ikki var fyrireikaður upp á, at tann tíðin kemur heldur fyrr enn seinni, sigur Frederik. Hann ger tó greitt í bókini, at tey sita ikki og bíða eftir tí.
- Vit sita ikki og bíða eftir, at flaggið skal fara á hálva stong á Amalien borg, sigur hann og Mary, krúnprinsessa, greiðir víðari frá.
- Tað er eingin føst ætlan ella tilgongd fyri, hvussu skiftið skal henda, sigur hon í bókini. Tá krúnprinsurin fyllir 50 ár næsta ár, verður hann sostatt tann krúnuarvingurin í 46 ár. Og hetta ger hann til tann krúnprinsin í søguni hjá Danmark, sum hevur bíðað longst eftir sætinum sum kongur. Hann rósar annars mammu síni, Margretu drotning, í bókini og sigur, at hon er ein imponerandi persónur.
/ritzau/










