Ørsted niðurskrivar 12,1 milliardir danskar krónur í fjórða ársfjórðingi 2024.
Niðurskrivingin kemst millum annað av rentuhækkingum og seinkingum á havvindmyllulundini Sunrise Wind í USA.
Hetta skrivar Ørsted í fyritøkufráboðan.
- Niðurskrivingarnar, sum vit hava boðað frá í dag – og serliga framhaldandi byggiavbjóðingarnar – eru sera skuffandi, sigur stjórin í Ørsted, Mads Nipper, í fráboðanini.
Stjórin leggur dent á, at leiðslan er nøgd við rakstrargongdina.
Gongdin í langtíðar amerikansku rentuni hevur ført til, at miðalkostnaðurin av kapitalinum er hækkaður fjórða ársfjórðing 2024, skrivar Ørsted.
Hetta hevur havt negativa ávirkan á virðið á amerikansku portfolioini hjá felagnum - fyrst og fremst havvindmylluverkætlanirnar, stendur í fráboðanini. Hetta hevur við sær eina niðurskriving uppá 4,3 mia.
Harumframt eru havbotnsøkini hjá Ørsted við strendurnar í statunum New Jersey, Maryland og Delaware niðurskrivað við 3,5 milliardum krónum.
Hetta endurspeglar millum annað "aktuellu óvissurnar á marknaðinum", skrivar Ørsted.
Og so hevur Ørsted útsett væntaðu íløguna av verkætlanini Sunrise Wind til seinnu helvt av 2027. Hetta hevur við sær eina niðurskriving á 4,3 milliardir danskar krónur.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ørsted er rakt av niðurskrivingum í milliardaklassanum.
Á heysti 2023 slepti felagið ætlanunum um at byggja Ocean Wind 1 og 2 vindmyllulundirnar í USA. Hetta tí verkætlanirnar vóru vorðnar nógv dýrari at byggja orsakað av seinkingum í veitingarketunum og hækkandi rentu.
Í hesum sambandi vóru samlaðu niðurskrivingarnar 28,4 mia.
Eisini í sambandi við hálvársroknskapin, sum varð lagdur fram í juli 2024, skrivaði Ørsted virðið á fleiri verkætlanum niður.
/Ritzau/