Á lítlari hátíðarløtu í VB Húsinum í Vági í kvøld, handaði Dansibandfestivalurin ymiskum feløgum í Suðuroynni peningagávur.
Fyrstuferð hetta varð gjørt var í fjør.
Hans Jacob Hjelm, ein av fyrireikarunum, fegnaðist um, at festivalurin hevur dygga undirtøku og er komin so væl fyri seg, at til ber at geva øðrum av tí, ið er til avlops.
Feløgini, sum í kvøld fingu eru hesi:
VB
FC Suðuroy
Susvim
Sjódypp
FabLab Vágur
Skótaliðið Royndin
Team Rynkeby
Ungdómsdeildin hjá FC Suðuroy
Eydnudeildin (VB).
Í alt gav Dansibandfestivalurin hesum feløgum í kvøld 118.000 krónur.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##