Dannebrog í húnarhátt í Tinganesi

Neyðugt var at fella flaggstongina hjá landsstýrinum fyri at fáa niður Dannebrog, sum onkur hevði vundið so fast á stong í Tinganesi sunnumorgunin

 

 

Tað voldi helst landsstýrismonnum og viðhaldsfólki teirra høvuðbrýggj, at merki dana, Dannebrog, veiftraði í flaggstong landsstýrisins í góðveðrinum sunnumorgunin. Men hetta gav eisini løgreglumonnunum trupulleikar, sum skuldu vera so beinasamir at fáa danska merkið niður úr flaggstongini, áðrenn havnarfólk komu á føtur sunnumorgunin, tí tann ella tey, ið vundið høvdu flaggið upp, høvdu gjørt sær ómak til tess at flaggið skuldi verða hangandi.

Og tað var tað eisini ? líka til fólk fór í kirkju?

Boð vórðu tá send eftir húsavørðinum í Tinganesi, sum mátti taka flaggstongina niður til tess at loysa danska flaggið, sum á hvíta krossin hevði fingið áskriftina: Samband!

So er spurningurin, um tað eru svartir sambandsmenn sum vilja siga sína hugsan ? ella tað eru skuffaðir fullveldismenn, ið hava mist álitið á landsins stýri, men tað meldaði so søgan einki um.

Ein maður, sum Sosialurin hitti á Tinganesi henda góðveðursmorgun segði, at tá Pauli Ellefsen varð valdur til løgmann fyri 20 árum síðani 5. januar 1981 brotnaði flaggstongin ? og vóru tað tey, ið hildu hetta vera eitthvørt tekin. Men hvat tekin hetta kundi vera, visti hann ikki at siga.