Leygardagin verður LMF-stevna í Tabor í Fuglafirði, har allir lærarar eru vælkomnir kl.10 - kl.17. Tá kemur Ruth-Inge at siga frá arbeiðinum í Kambodia, og sýnir myndir fram.
Sunnudagin 12. sept. verða tey við til Guðstænastu í Christianskirkjuni.
Seinrapartin sunnudagin verða tey við til eitt áhugavert tiltak í kjallaranum í kirkjuni, har tey siga frá Útimissións-arbeiði, sum Danmissión ger í fleiri londum. kl.2 - 3 fyri børn og foreldur, har Ruth-Inge sigur frá, hvussu tað er at vera barn í Afrika, tey fáa at síggja myndir eisini.
kl. 3 - 5 verður tiltakið fyri vaksin, har verður sagt frá, hvussu tað er at vera kristin í Tanzania, um arbeiði í Kambodia eisini.?Spurningar kunnu setast og myndir verða sýndar. Torben Holm hevur verið í Egyptalandi, og hann sigur frá arbeiðinum, sum Danmissión ger har.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Danmissión arbeiðir í fleiri londum, sum India, Bangla Desh, Madagaskar, Tanzania?o.fl.
Tey senda eisini volontørar út eftir avtalu í ½ ár ella 1 ár ísenn.










