Danski Tjóðbankin fylgir evropeiska miðbankanum ECB og lækkar rentuna við 0,25 prosentstigum.
Hesum boðar bankin frá í tíðindaskrivi.
Fyrr í dag lækkaði ECB innlánsrentuna við 0,25 prosentstigum, og sum væntað fylgdi Danski Tjóðbankin við.
Við broytingini hevur Danmarks Nationalbank lækkað innlánsváttanarrentuna niður í 1,85 prosent og útlánsrentuna niður í 2,0 prosent.
Sokallaða gjaldskonturentan og diskontorentan eru eisini lækkaðar niður í 1,85 prosent.
Renta fyri innskotsprógv ásetur, hvussu nógv realkredittstovnar og bankar fáa við at keypa innlánsváttanir frá Danmarks Nationalbank.
Hetta kann hava ávirkan á rentuna, sum kundar á ymsu stovnunum kunnu fáa.
Sambært Jeppe Juul Borre, høvuðsbúskaparfrøðingi í Arbejdernes Landsbank, er váttanin fyri innlánsrentu nú á lægsta støði í tvey ár.
Hetta er nakað, sum nógvir húsaeigarar fara at leggja til merkis, skrivar hann í viðmerking.
- Nógvir húsaeigarar hava F-kort-lán, har rentan er ásett hálva hvørt ár. Um ársskiftið upplivdu tey flestu eitt fall í rentuni upp á umleið 1 prosentstig, og meira kann vera í væntu, tá rentan verður ásett næsta summar, stendur í fráboðanini.
Rentulækkingin í dag er tann sjeynda síðani í juni í fjør.
Danski tjóðbankin hevur vanliga eitt tætt samstarv við ECB, tí Danmark hevur ein fastan kurspolitikk mótvegis evruni.
Men sambært Allani Sørensen, yvirbúskaparfrøðingi í Dansk Industri, hevði tað borið til at lækkað rentuna enn meira, um rentan varð stýrd eftir inflatiónini í Danmark. Tað skrivar hann í viðmerking.
Fyrr í dag grundgav ECB fyri avgerðini um at lækka rentuna við at siga, at inflatiónin hevur ment seg sum væntað í mars, við afturgongdum í bæði heildar- og kjarnuinflatiónini.
Broytingarnar hjá Danmarks Nationalbank koma í gildi 22. apríl.
/Ritzau/