Danmark ræður frá ferðum til Meksiko

Danska uttanríkisráðið ræður fólki frá at fara til Meksiko, uttan so at tað er alneyðugt Uttanríkisráðið vísir á, at tað finnast fleiri dømi úr Meksiko um, at svínakrím smittar ímillum fólk, og ráðið mælir frá øllum óneyðugum ferðum til Meksiko fyri at fyribyrgja, at smittan skal koma til Danmarkar.

Danska stigið er komið óvart á fleiri, tí so seint sum í gjár vildi uttanríkisráðið ikki ráða fólki frá at fara til Meksiko. Men eftir tilmæøli frá heilsumyndugleikunum hevur uttanríkisráðið broytt hugsan.

Heilsustýrið leggur tó dent á, at tilbúgvingin í sjálvum Danmark er óbroytt.