Danmark fingið tveir nýggjar ráðharrar

Fyri einum tíma síðani var Helle Throning-Schmidt, forsætisráðharri, hjá Margrethu drotning við tveimum nýggjum ráðharrum, Annette Vilhelmsen og Holger K. Nielsen, sum bæði eru úr Sosialistiska Fólkaflokkinum.

Annette Vilhelmsen skal umsita vinnu- og vakstrarmál, og Holger K. Nielsen er skattamálaráðharri. Tey koma ístaðin fyri floksfelagarnar Ole Sohn og Thor Möger Pedersen.

Í Fólkatinginum hendir tann broyting, at Anne Baastrup verður formaður í tingbólkinum hjá SF eftir Pernille Vigsø Bagge.