Danska blaðið Politiken avdúkar í grein, at danska stjórnin villleiddi grønlendska stýrið, tá landið í 1953 gjørdist partur av danska ríkinum og ikki longur hevði støðu sum hjáland. Hetta varð gjørt við at dylja sera týdningarmiklar upplýsingar fyri landsráðnum í Grønlandi.
Serfrøðingurin í statsrætti, Alf Ross, skeyt upp, at grundlógin skuldi tryggja Grønlandi og Føroyum rætt til sjálvstýri. Hesum tóku donsku myndugleikarnir tó ikki undir við, og hetta tilmælið mátti dyljast sum mansmorð.
Umsitingin við táverandi forsætisráðharra, Erik Eriksen úr Venste, á odda, var bangin fyri, at hetta fór at birta uppundir sjálvstýrishug grønlendinga og føroyinga, og tí skuldi hetta als ikki nevnast fyri grønlendingum.
Landshøvdingurin í Grønlandi, P.H. Lundsteen, sum eisini var formaður í Landsráðnum, fekk tó kunning um, hvussu málið í veruleikanum hekk saman, men hetta var í strongum trúnaði, skrivar Politiken.
Fólkaatkvøða
Johan Lund Olsen úr flokkinum Inuit Ataqatiqiit, sum hoyrir heima á vinstravonginum, heldur, at hetta eigur at føra til, at tað grønlendska fólkið fær møguleika at taka støðu til sambandið við Danmark á eini fólkaatkvøðu. Hann leggur samstundis donsku stjørnina undir at hava villleitt landsráðið.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, er tó ikki so avgjørdur. Hann heldur, at tað var skeivt av donsku stjørnini at goyma umráðandi skjøl, tí hetta økir ikki um álitið millum londini. Hann vísir hinvegin á, at sambandið millum Grønland og Danmark ongantíð hevur verið opið sum millum tveir javnstillaðar partar.
? Tí er tað umráðandi, at vit fáa sjálvstýri, hóast vit eru ein partur av danska ríkinum, sigur landsstýrisformaðurin.
Hanne Petersen, professari í rættarsosiologi, heldur, at Grønland hevði verið komið nógv longri á sjálvstýrisleið, um Grønland hevði ein grundlógartryggjaðan rætt til sjálvstýri.
Ikki í grundlógina
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, heldur ikki, at tað hevði verið rætt, at givið Føroyum og Grønlandi ein grundlógartryggjaðan rætt til sjálvstýri.
? So hevði tað verið tað danska fólkið, ið hevði kunnað gjørt av, um Føroyar og Grønland skulu fáa sjálvstýri. Tað skal fólkið í báðum londunum sjálvandi gera av, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at Danmark skuldi sett Føroyar og Grønland á listan hjá ST yvir lond við sjálvsavgerðarrætti , men sum enn ikki hava útint henda rættin. Føroyar er ongantíð komið á henda listan, men vit skulu framvegis halda fast um sjálvsavgerðarrættin, heldur Høgni Hoydal. Um Føroyar koma á henda listan, kann landsstýrið samráðast við donsku stjórnina sum javnstillaður partur.
Sekstan lond standa í løtuni á hesum listanum hjá ST. USA hevur eitt nú sett Vesturindisku oyggjarnar á henda listan.
? Hetta vísir tó, at tess meira tú leitar í søguni, jú meira kemur tað fram, at Danmark hevur framt órætt móti Føroyum og Grønlandi. Vit hava ikki fingið tey rættindi, sum onnur lond í okkara støðu hava fingið, sigur Høgni Hoydal at enda.