Tað byrjar meira og meira at líkjast eini undantaksstøðu í Danmark, nú flóttafólk í túsundatalið streyma norður um týska markið. Tær galdandi skipanirnar fyri flóttafólk tykjast ikki at klára lofta stóra trýstinum, og støðan gerst ikki betri av, at myndugleikarnir ikki tykjast at vita síni livandi ráð.
Flestu flóttafólkini ynskja heldur ikki at steðga ella lurta eftir donskum myndugleikum, men forseta teirra ferð, til gongu eftir donskum motorvegum, við kós móti Svøríki. Flóttafólkini síggjast nú eisini aftur í flogvøllinum í Kastrup og høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn, har tey royna at sleppa víðari úr landinum.
Danska blaðið Berlingske skrivar í dag, at 3.000 flóttafólk eru komin til Danmarkar frá Týsklandi síðani sunnudagin. Av teimum 3.000 fólkunum eru tað einans 400, ið hava søkt friðskjól í Danmark. Restin ynskir at søkja um friðskjól í Svøríki og Finnlandi.
Meginpartin av flóttafólkunum koma við toki og í bólkum á hundrað til tveyhundrað fólkum. Tað førdi við sær, at myndugleikarnir í gjár avgjørdu at steðga alla tokferðslu millum Danmark og Týskland fyri at minka um streymin av flóttafólkum.
Tey fýrahundrað flóttafólkini, ið hava søkt friðskjól í Danmark, verða sambært blaðnum, nú flutt til Sandholmleguna.









