Danir sproyta fiskavørur við saltvatni

Um dagarnar avdúkaðu danskir fjølmiðlar, at danskur fiskur - eitt nú bæði feskur og royktur laksur - verður sproytaður við saltvatni fyri at økja um vektina. Men hetta stendur ikki á etikettini, tá tú keypir vøruna í handlunum.

Eftir at miðlar hava sett sjóneyku á hetta mál, hevur danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskon, sett sær fyri, at viðurskiftini skulu broytast. Nú skal keyparin av vøruni kunna lesa á etikettini, hvussu nógv væta er sett til fiskin.

Higartil hevur tað verið lógligt ikki at skriva vatunøgdina á etikettina, um nøgdin hevur ligið niðan fyri 5 prosent.

- Men hetta skal nú broytast. Nøgdin av saltvatni, sum er sproytað í fiskin, skal standa á etikettini, soleiðis at keyparin er kunnaður um nøgdina. Eg vil hava somu skipan galdandi fyri fisk sum fyri høsnarungar, sigur Mette Gjerskov við danskar miðlar.

Hon væntar, at tá nýggja skipanin kemur í gildi, verður eisini neyvt eftirlit við, at skipanin verður hildin.