Danir skulu sannførast um línuveiðu

Hóast línuveiða sum er hevur avmarkaða útbreiðslu í Danmark, so eru fyrimunirnir við línuveiðu so nógvir, at til ber at sannføra danskar fiskimenn. Soleiðis ljóðar tað frá Oilwind í Miðvági, sum hesa vikuna fer í holt við eitt átak, har ið teirra nýmótans línuskipan verður sýnd fram til danskar fiskimenn

Línuveiða er als ikki nakað, ið danir hava áhuga fyri. Hetta man verða niðurstøðan hjá teimum flestu við bert einum sindri av vitan um danska fiskiveiðu.

Gamaní, ljóðar svarið frá Oilwind í Miðvági. Kanska er tíðin hóasat alt komin, har ið danir aftur fara at royna seg við húkaveiðu - nakað, ið fyrr plagdi at verða vanligt millum danskar fiskimenn.

Av somu orsøk byrjar Oilwind í hesari vikuni eitt átak, ið skal royna at vekja áhugan millum danskar fiskimenn fyri nýmótans, sjálvvirkandi línureiðskapi úr Føroyum.

- Vit meta, at har er ein marknaður. Fyrr - áðrenn gørn og trol tóku yvir - var lína og annar húkareiðskapur vanligur í Danmark. Í mong ár hevur tað uttan iva loyst seg hjá dønum at royna við gørnum, men hækkandi kostnaðarstøðið og vaksandi umhugsni mótvegis umhvørvinum hava gjørt, at gørnini ikki hava somu fyrimunir sum áður, sigur Jákup S. Joensen, stjóri í Oilwind.

 

Eirindasamur reiðskapur

Tað er ongin loyna, at bæði danskir og ES-myndugleikar í alt størri mun royna at eggja fiskimonnum til at royna veiðuhættir, ið ávirka náttúruna minst møguligt. Ein tann størsti trupuleikin innan fiskiveiðu í ES, eru teir minkandi fiskastovnanir. Ein syndarlig gongd, íkomin av alt ov høgum veiðutrýstið og ógvusligari dálkin. Ei undur í, at myndugleikar av øllum alvi royna at eggja til eirindasaman fiskiskap, samstundis sum roynt verður at basa dálking av havinum.

Her spælir veiðureiðskapurin eisini ein stóran leiklut, ljóðar tað frá Jákup S. Joensen:

- Tak til dømis gørnini. Um ein bátur missir gørn, so halda tey áfram við at fiska eftir at tey eru mist. Hetta er ikki gott fyri hvørki náttúruna ella fiskimenn, sigur Jákup S. Joensen.

 

Ment í Føroyum

Tann skipanin, sum Oilwind nú ætlar at bjóða donskum fiskimonnum, er ein nýmótans, sjálvvirkandi skipan, sum Oilwind hevur ment saman við føroyskum fiskimonnum. Oilwind fer millum annað at peika á møguleikan fyri at spara uppá lønarútreiðslurnar við at nýta eina skipan, har ið egningin - og fleiri aðrar funktiónir - er sjálvvirkandi. Samstundis er skipanin framleidd soleiðis, at hon hóskar væl til smærri bátar, har ið ein ella tveir mans eru umborð.

Skipanin hjá Oilwind sá dagsins ljós í 2002, og síðani hevur nógv orka verði løgd í at betra um skipanina. Seinasta útgávan var sýnd fram í Norra fyrr í ár, og tað er eisini henda útgávan, sum danir sleppa at síggja.

- At tað hevur eydnast okkum at menna hesa skipan, kemst í stóran mun av, at tað ber til hjá okkum at samstarva við okkara fiskimenn her á landi. Teirra royndir við at nýta okkara skipan hava stóran týdning, meðan menningararbeiði fer fram. Tað er eisini ein sannroynd, at línubátar ynskja at fáa meira burturúr. Tað kostar at hava egning á landi, og hetta hevur elvt til, at eisini smærri bátar fremja íløgur í sjálvvirkandi skipanir, sigur Jákup S. Joensen.

 

Gongur væl í Norra

Hjá Oilwind dylja tey ikki fyri, at fyritøkan ynskir at útflyta meira. Átøk eru framd í Norra, og hetta hevur havt við sær, at tríggjar skipanir eru seldar síðani august í ár, og fleiri tilboð eru úti hjá norskum fiskimonnum.

- Talan er um eina nýggja skipan, so fleiri møguligir keyparar vilja fegnir síggja hvussu skipanin roynist, áðrenn teir sjálvir fremja eina íløgu, sigur Jákup S. Joensen.

Hann leggur afturat, at meðan útlitini fyri sølu til norska marknaðin eru góð, so skal munandi meira tíð og orka leggjast í søluna til danska marknaðin, har ið húkaveiða ikki hevur somu útbreiðslu.

- Vit meta, at línan so líðandi fer at vinna størri frama í Danmark tey komandi árini. Okkara uppgáva er at greiða frá fyrimununum - eitt nú at línuveiða hóskar avbera væl til grótutar og grýtutar fiskileiðir, har ið trolið er óhóskandi. Vit hava eisini góðar royndir við at selja snellureiðskap til onnur ES lond, har ið fiskimenn verða stuðlaðir fíggjarliga til at fremja íløgu í reiðskap, sum er eirindasamur mótvegis náttúruni, sigur Jákup S. Joensen.

 

Fimm býir á skránni

Tilfar til framleiðslu av línuskipanini verður tilgjørt í Føroyum og í Danmark, meðan sjálv framleiðslan fer fram í Rumenia.

Skipanin verður sýnd fram í dag í Rødvig, og síðani gongur leiðin til Bønnerup tann 19. november, Hanstholm 20. november, Hvide Sande 21. november og Thyborøn 22. november.

- Vit fara neyvan at selja skipanir í hópatal beinanvegin. Hetta er ein íløga í framtíðina. Nógvir danskir fiskimenn hava ein abba ella ein pápa, sum fiskaði við línu, og tí er reiðskapurin ikki ókendur fyri teir. Og sum rákið er beint nú innan fiskivinnupolitik og náttúruvernd í Danmark og ES, so er línan ein góður valmøguleiki mótvegis garna- og trolveiðu, sigur Jákup S. Joensen.