Danir hava heimsins størsta skattatrýst

Eftir at sviar hava lækkað skattin, er Danmark komið á ovasta pláss við heimsins størsta skattatrýsti

Í fleiri ár hava danskir politikarar skákað sær undan tosinum um stórt skattatrýst við at vísa á, at í Svøríki var skattatrýstið uppaftur størri. Men soleiðis er ikki longur, nú svenska stjórnin hevur lækkað skattin. Nú er skattatrýstið í Danmark størri enn tað svenska, og sambært Børsen bendir nógv á, at munurin verður enn størri í komandi árum.

 

Kristian Jensen, skattamálaráðharri, ásannar, at Danmark er komið upp á ovastu rók í skattatrýsti, men hann sigur tó, at ætlanin er, at skattatrýstið verður lægri í 2011 enn í dag.

 

- Eg havi avgjørt ikki sett mær fyri at taka gullmerkið í skattatrýsti frá svium, sigur Kristian Jensen við Børsen.