Danska Uttanríkismálaráðið sendi í gjár út tíðindaskriv um, at
Landgrunsnevndin hjá ST hevur staðfest rættin hjá Kongaríkinum Danmark til 87.792 ferkilometrar av ytra landgrunni norðan fyri Føroyar.
Avgerðin hjá landsgrunsnevndini gevur Føroyum rættindi til at útvinna náttúrutilfeingi á havbotninum og í undirgrundini, skriva føroysku miðlarnir.
Men í Danmark hevur tíðindaskrivið fingið donsku miðlarnar at frøðast um, at Danmark er vorðið størri og kjakast um, hvørt tað merkir, at danir fáa meira olju.
Til dømis á Ingeniøren er kjak um, hvat hetta merkir fyri Danmark og oljuvinnuna í Danmark.
Men nýggja økið hoyrir til føroyska landgrunnin, og hetta merkir einki fyri danir, tí føroyingar eiga rættin til oljuna í undirgrundini.