Reint umhvørvi
Men eisini í londunum rundan um okkum er áhugin stórur fyri hesi vinnu og eisini avleiðingunum av henni. Bæði í Noregi, Bretlandi og Danmark eru fyritøkur, sum bjóða seg fram eitt nú við ráðgeving á ymsum økjum eitt nú, hvussu vit tryggja okkum best móti at dálka umhvørvið.
Herfyri vóru tveir danir, sum umboða hvør sína fyritøku, á arbeiðsvitjan í Føroyum. Her hittu teir umboð fyri kommunur, virki, almennar stovnar oo. Endamálið við vitjan teirra er at vita, hvussu støðan er á umhvørvisøkinum og at tosa við føroyingar um tørvin á ráðgeving. Teir eru so heldur ikki heilt ókendir við føroysk viðurskifti. Poul Erik Skakke, við cand.scient útbúgving, undirvísti fyri nógvum árum síðani í lívfrøði á Studentaskúlanum í Hoydølum. Í dag er hann stjóri í fyritøkuni EniSave. Allan Tougaard Christensen er sivilverkfrøðingur við lívfrøði sum sergrein og arbeiðir hann á virkinum Dansk Geo-servEx. Meðan Allan hevur sum speciali dálking av jørð og vatni, so arbeiðir Poul Erik meira innandura á virkjum fyri at forða fyri dálking. Sum so supplera teir hvønn annan, og tað er eisini tí teir hava samarbeitt í fleiri ár. Eisini Allan hevur ávíst tilknýti til Føroyar. Konan er føroysk og arbeiðir í somu bransju sum maðurin.