Dani keypti plátuspælara hjá Elvis Presley

Hann ivaðist ikki, men keypti plátuspælaran, sum Elvis hevði við í hernaðartænastu Týsklandi í 1959-60.

 

Danski Peter Andersen hevur alla sína tíð hildið fast um góðu eginleikarnar, ið plátur hava. Men síðani fløgan kom fram av álvara fyri eini 30 árum síðani, hevur plátuspælarin , eins og pláturnar, hjá teimum flestu verið á onkrum fjarskotnum stað, um ikki burturbeind.


Plátur hava tó fingið uppreisn, og fleiri og fleiri rógva aftur á, eins og fleiri útgávur í dag koma út í nútímans miðlum, men eisini á plátu.


Peter Andersen fekk sum ungur fótin á sínum læruplássi í einum klædnahandli, tí áhugin fyri tónleiki og plátum var so ovurstórur, og síðani 1987 hevur hann arbeitt innan sølu av tónleiki hjá Hi-Fi Klubben.



Tá 55 ára gamli plátuspælarin hjá rock-konginum Elvis Presley var til sølu, ivaðist Peter ikki, men keypti hann á uppboðssølu. Hann mátti hava gula plátuspælaran frá 1959 hjá rock-konginum.


Plátuspælaran fekk Elvis við sær, tá hann gjørdi hernaðartænastu sum útsendur í Týsklandi í 1959-60.


Tá Peter hevði fingið hendur á plátuspælaranum visti hann við sær sjálvum, at hann hoyrdi heima í Hi-Fi Klubbanum í Roskilde, har Peter starvast. Plátuspælarin, ið kostaði 50.000 krónur, stendur í dag í handlinum í Roskilde.



Í dag, 8. januar 2015, hevði Elvis verið 80 ár, um hann var uppi á døgum. Hann doyði 16. august í 1977, einans 42 ára gamal.