Hóast føddur úti í Kina í Havn, er Dalli ættaður og uppvaksin á Deild í Vestmanna. Hann er sonur Mariu og Óla á Deild.
Sum næstelstur í stórum systkinaflokki kom hann tíðliga at kenna ábyrgd og fór á ungum árum út at arbeiða.
Í nøkur ár sigldi hann við navnframa pápabeiggjanum Lítla Pól - Pól á Smyrli við Smirli. Seinni fór hann til fískarí við m.ø Stellu Argus. Hesi árini fekk hann veruliga hug til sjógvin og valdi at fara til Noregs á maskinmeistaraskúla.
Eftir lokið maskinmeistaraprógv fór Dalli út í verðina at sigla. Við undantaki av onkrum styttri tíðarskeiði við arbeiði á landi, vitjaði Dalli flestu av heimsins londum við norskum skipum, ið sigldu við olju, málmi og stykkjagóðsi.
Miðskeiðis í sjeytiárunum valdi Dalli at sigla í meiri heimligum farvøtnum. Hann sigldi við skipunum hjá Skipafelagnum Føroyar til hann aftur leitaði út í heim og sigldi tá við Copenhagen Reefers. Hetta var serliga sigling millum Danmark og Grønland við skipum sum Eskimo, Ice Port og øðrum. Tann ein túrin við Ice Port mundu teir ikki borðið boð í bý. Staddir miðskeiðis millum Føroyar og Ísland fekk Ice Port ein sjógv. Sjógvurin var ógvusligur. Fleiri rútar á brúnni brotnaðu, skiparastólurin, ið hevði verði boltaður í dúrkið var burtur, og allar maskinur slóknaðu. Tá avtornaði, vunnu teir tíbetur upp land, men henda lagnutúrin mistu teir ein mann.
Tá árini gjørdust sekstisjey legðist Dalli upp á land. Hetta hevði hann tó ikki bindindi til, og fór aftur nakrar túrar við fiskiskipi.
Hóast farin í land hevur Dalli ikki kett seg. Hann er fittur í hondunum, smíðar borðbátar, dámar væl at fara á flot og hevur fingist við ættargransking í nógv ár.
Dalli heldur føðindardagin í heiminum á Suðuroyarvegnum í Havn har hann býr saman við konuni Paulu. Tey eiga trý børn og fimm abbabørn.
Hjartaliga tillukku og góð ynskir!