Dagurin, tá tíðin stóð still

Fyri 25 árum síðani skrivaði pápi mín hesi minningarorð um yngsta sonin í grannahúsunum sum lat lív í syndarligari ferðsluvanlukku, bara 14 ára gamal.

Uppi hjá granna er tøgn undir lon -

alt kæti tykist sum farið;

tey syrgja sín deyða bróður og son,

so ungur hann fór av garði.

Vit minnast teg grulva, reisast á knæ,

stetla í túni, á teigum,

spæla við hvølpar, smálomb og fæ

barnaár »inni á Heiðum«.

Vit sóu teg fara seinastu ferð

heiman, á tær var skundur,

ei góvust stundir at siga farvæl -

teg kallaði feigdarfundur. -

So ymiskt er okkara dagatal,

- vit sjálvi ei fyri tí ráða -

nøkur rógva til ellis ár,

onnur frá landi bert náa.

Brátt sendir lívsins harri boð,

- forða tí megnar eingin -

at flyta til ævigu hallir heim

við snarferð á einglaveingjum.

Ljónið av Juda sigur vann,

uggi við børu tína;

sama vónin av øllum ber,

tá vinir fylkjast um mína.


Summir dagar eru verri at vakna upp til enn aðrir. Ein av teim svárastu var leygarmorgunin ið fór - og aftur tveir dagar seinni. Sum dagurin leið og alt hetta ræðuliga ið hent var um náttina fylti alt og øll, so komu minnini - og við teimum gamla yrkingin. Men nú eitur tað:


»Úti hjá granna er tøgn undir lon?« Hávardur er farin

og:

»Yviri hjá granna er tøgn undir lon?« Eyðun er farin

og:

»Niðanfyri vegin er tøgn undir lon?« Álvur er farin.


- Á Tvøroyri er tøgn.

Alt kæti er farið.

Vit syrgja okkara deyðu, - brøður og synir.

So ungir teir fóru av garði.


Kæru tit, Gurið og Jens, Nina og Sofus, Sunnuva og Finnbogi, systkin, ommur og abbar, tit ungu vinfólk, - og tit í Øravík: Gud í himli verið tykkara styrki, troyst og uggi í tíðini sum kemur. Og alla tøkk fái Hann fyri hann ið spardur varð.

Friður verið við minninum um teir tríggjar.


Bjørg