Í dag hevur Dagstovnurin við Landavegin fingið hjartastartara.
Steinbjørn V. Olsen, leiðari á stovninum, sigur, at hetta er ein liður í at hava so góða tilbúgving á stovninum, og okkum vitandi er hetta fyrsti dagstovnur í Tórshavnar kommunu sum fær hjartastartara, og sostatt gongur hesin dagstovnurin undan.
- Hvønn einasta dag koma útvið 200 fólk á stovnin, vísir hann á. Hetta eru børn, starvsfólk, foreldur, ommur, abbar og onnur avarandi, leggur hann afturat.
Hann sigur at hjartastartarin er settur í høvuðsgongina, har øll síggja hann. samstundis er hann hongdur so langt niðri á vegginum, at børn røkka eftir honum, skuldi tørvur verið á honum.
- Tað er umráðandi at geva lívbjargandi fyrstuhjálp alt fyri eitt, so skuldi tørvur verður á tí, kann ein vaksin fara undir at geva hjartamassagu, meðan eitt barn fer eftir eftir hjartastararnum sigur leiðarin. Og hann leggur afturat, at øll starvsfólk á Dagstovninum hava skeið í fyrstuhjálp og eldsløkking.
Á myndini er tað Birna, sum gongur í skúlabólkinum á Dagstovninum við Landavegin, sum vísir okkum hjartastartaran.