Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.
Flestu teirra vera føroyskir, kanska onkur útlendskur, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.
Náttin ljós úr niðu trein er ein íslendskur jólasangur, sum Bogi Godtfred hevur týtt til føroyskt.
Her syngur Hjalti Bogason sangin. Malan Hansen syngur undir, Bernharður Wilkinson spælir tvørfloytu, Ólavur Jacobsen spælir guitar.
Jónfinn Stenberg hevur gjørt videoupptøkurnar og sett myndirnar saman, meðan Eyðfinn Jensen hevur tikið ljóðið upp og sett tað saman.
Sangurin var á útgávuni Jólini Ljóma hjá Hjalta Bogason, sum kom út í 2012.
Jólasangkalendarin:
21. desembur – Jóladreymur – Terji Rasmussen
20. desembur – Nú eru aftur jól – Jens Marni Hansen
19. desembur – Í Betlehem, í Dávids stað – Margit Justinussen
18. desembur – Heilaga nátt – Eivør og Eystankórið
17. desembur – Føgur er foldin – Álvur F. Christiansen og Judith B. Royðutoft
16. desembur – Myrkablátt – Greta Svabo Bech
15. desembur – Kennir tú hesa tíð – Beinir
14. desembur – Eg róu upp sá næla – Vágs manskór
13. desembur – Størsta gávan – Rúna á Heygum og Karl Martin Samuelsen
12. desembur – Hvør hevði væntað ein kong – Maria á Lakjuni
11. desembur – Kvirra um fjøll og fløtur – Jóhan Magnus Kristiansson Olsen
10. desembur – Eg eri jólamaðurin – Vestmenn
9. desembur – Góði jólamaðurin og Mariu Sonur – Tey av Kamarinum
8. desembur – Mary did you know – Victoria á Lakjuni
7. desembur – Jól eru her og minna á – Símun J. Hansen
6. desembur – Tá milliónir tendra ljós – Sakaris
5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld – Alex
4. desembur – Happy Christmas (War is over) – Teitur
3. desembur – Friður á jørð – Margit og Linda.