Dagrøkt í nýggjum húsum

Eftir at hava leitað í eina tíð, hevur Klaksvíkar Kommuna nú keypt eini stór sethús í býnum við tí endamáli at betra umstøðurnar hjá teirri kommunalu dagrøktini.

Ætlanin er, at spælistovan hjá dagrøktini skal halda til í húsunum, sum geva dagrøktini møguleikar at skipa gestarøktina betur enn higartil.
Rúmligu húsini fara eisini at hýsa húsavørðinum hjá barnaansingarskipanini, umframt annað virksemi, sum endalig avgerð ikki er tikin um enn.
- Hetta er ein kærkomin bati fyri dagrøktina. Hetta fer at geva eina betri tænastu til brúkararnar av dagrøktarskipanini við eini rúmligari spælistovu, og har umstøður verða til at skipa gestarøktina betur enn higartil, sigur borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen við heimasíðuna hjá kommununi.
Teir hava í eina tíð kannað møguleikarnar fyri at betra umstøðurnar hjá spælistovuni, men tað hevur gingið heldur striltið at funnið røttu loysnina.
Kommunan byggir í løtuni nýggjan barnagarð til 60 ansingarpláss við, sum ætlandi verður liðugt bygdur komandi summar. Annars fevnir kommunala dagrøktin um 120 dagrøktarpláss.