FISKIVINNUTING
Mortan Johannesen, útróðrarmaður, sum hevur verið á sjónum alla sína tíð, var ein av fyrilestrarhaldarunum í Norðurlandahúsinum á Fiskivinnutinginum 2011.
- Eg havi verið á sjónum, síðan eg var ein stórur smádrongur. Í nógv ár var eg skipari, og nú í fleiri ár havi eg verið útróðrarmaður, og eg eri framvegis á Norðhavinum, nú várróður er.
Beinanvegin gjørdi Mortan greitt, at hetta var fyrstu ferð, at hann hevði staðið við so framkomnari tøkni uppi á sær og hevði hildið ein fyrilestur.
- Eg havi eingi diagrammir, men tosi út frá mínum royndum á havinum hesi árini, legði hann aftrat.
Mortan segði seg undrast yvir, at so fáir politikarar vóru til steðgar í Norðurlandahúsinum og lýddu á, nú so álvarsamt mál sum okkara fiskivinna og burðardyggleiki í vinnuni eru til umrøðu.
- Eg havi skilt, at tað er løgtingsfundur og ymiskir nevndarfundir, og tí eru so fáir. Men hevði tað verið at farið yvir til New York at sæð ein skúla, so høvdu hesi somu fólk ivaleyst kastað alt frá sær og farið avstað.
Í síni røðu legði Mortan stóra dent á, at okkara tilfeingi er ikki óavmarkað, og tí er sera umráðandi, at alt kann seljast og soleiðis kemur til høldar.
Hann helt, at ein tann størsti trupulleikin í føroyskari fiskivinnu er, at hin nýggjasti fiskurin ikki fær hin besta prísin.
Hann helt eisini, at føroyingar eins og íslendingar og norðmenn í nógv størri mun áttu at ført fiskin heilan til lands, og síðan havt kryvjarar á landi.
- Útróðrarfiskur, sum verður veiddur, blóðgaður beinanvegin og síðan sleppur at bløða út í ísvatni verður hin allar besti fiskur, ið hugsast kann. Hetta gera okkara grannar, og hví kunnu vit ikki eisini gera hetta í Føroyum – ikki minst, nú arbeiðsloysi er so stórt.
Mortan Johannesen segði seg hava gjørt onkrar royndir í so máta saman við Meinhard Jacobsen, sum var stjóri í Faroe Seafood.
- Hetta riggaði væl, og keyparar spurdu, hvar tey høvdu fingið henda ediliga fiskin, tá hann kom á marknaðin. Men soleiðis, sum eg skilti, var trupult at fáa fólk at kryvja uppi á landi.
Útróðrarmaðurin segði tað vera sera hugstoytt at síggja 8-10 dagar gamlan fisk seldan á uppboðssølu fyri kanska einar 2-3 krónur meiri fyri kilo enn daggamlan og væl hagreiddan útróðrarfisk.
- Tað nyttar einki, hvat útróðrarmaðurin ger við fiskin, tá hetta ikki sæst aftur í prísinum.
Mortan Johannesen vísit á, at um fiskurin varð kruvdur í landi, kundi allur innvølin, rogn, livur og sil eisini komið til sættis, soleiðis at meiri fekst burtur úr hjá øllum pørtum.
- Men hóast Føroyar eru ein fiskivinnutjóð, sum skal liva av tí, sum upp úr havinum kemur, eru vit onga leið komin enn til at brúka alt okkara tilfeingi so væl sum gjørligt.
Í eini aðrari grein við Mortan Johannesen, fer Sosialurin at venda aftur til tað, sum útróðrarmaðurin sigur um støðuna hjá toskastovninum, sum hann als ikki heldur vera so góða, sum fiskifrøðingar og mong onnur halda.
- Eg haldi slett ikki, at toskastovnurin er væl fyri í løtuni, segði Mortan Johannesen.