Dagfinn leitar aftur á FATE-slóðina

- Nýggja fløgan er nakað ljósari enn undanfarnu útgávur hava verið, sigur Dagfinn Joensen, sangari í rockbólkinum Fate, sum finnur gamla ljóðið aftur á nýggjari útgávu

Dagfinn Joensen hevur fingið nýggju fløguna hjá rockbólkinum Fate í hondina. Sangarin úr Funningsfirði hevur verið partur av danska bólkinum seinastu árini, og nú er onnur fløgan við Dagfinni sum sangara ávegis. Almenni útgávudagurin er 22. november, men í vikuni var fløgan liðugt framleidd.
- Tá ið Fate gjørdi comeback í 2005, var tónleikurin rættiliga myrkur, og á seinastu útgávuni var tónleikurin framvegis heldur tungur og myrkur. Á nýggju útgávuni líkist Fate meira Fate frá 80’unum. Tónleikurin er blivin ljósari aftur, gittarljóðið er harðari, og tað er meira variatión í tempo, sigur Dagfinn Joensen.

Útgávan
Fate gav fleiri plátur út í 1980’unum og hittaði við sanginum Lovers. Bólkurin hevði steðg í meira enn 10 ár frá 1993, men síðani 2004 hava teir aftur verið virknir við bæði framførslum og útgávum.
12 sangir eru á útgávuni If Not For The Devil, sum Jacob Hansen, ið er virdur framleiðari av rocktónleiki, hevur ljóðblandað og mastrað.
22. november hevur Fate móttøku á staðnum High Voltage í Keypmannahavn í sambandi við útgávuna.