Dátueftirlitið við nýggjum bóklingi

Dátueftirlitið legði í morgun fram bóklingin »Tað er tín avgerð 2«, ið vendir sær móti 9-12 ára gomul børn. Fyrra útgávan miðaði eftir næmingum í framhaldsskúlunum. Trupulleikin við børnum á internetinum og við fartelefonum er ikki avmarkaður til framhaldsdeildina, men byrjar nógv longri niðri í flokkunum. Og tað er orsøkin til, at Dátueftirlitið hevur gjørt ein nýggjan bókling, vendan móti teimum níggju til 12 ára gomlu.

- Við hesum bóklinginum royna vit at vísa á góðan sið á internetinum. Vit hava dømir um, at børn hava tikið myndir av øðrum børnum og lagt tær út á internetið. Tað kunnu verða myndir av børnum á WC?num ella undir brúsu, sigur Ranvá Sólheim, sum er ráðgevi á Dátueftirlitinum.

Í øðrum føri hava næmingar tikið video við fartelefonini av lærarum meðan teir undirvísa, fyri síðani at leggja klippið út á internetið.

Eisini eru dømi um, at børn hava stovnað hatibólkar á internetinum, og tað er slíkt, Dátueftirlitið vil koma tikl lívs við nýggja bóklinginum.

Kanningar vísa, at 53% av næmingunum í 3. flokki og 73% av næmingunum í 4. flokki hava eina vangamynd á Facebook. Sama kaning hjá Dátueftirlitinum vísir eisini, at 17% av næmingunum í 3. flokki og 39% av næmingunum í 4. flokki leggja myndir ella filmar út á netið.

Bóklingurin ávarar eisini móti følskum profilum á internetinum. Kanningin hjá Dátueftirlitinum vísir, at 7% av næmingunum í 4. flokki hava falskar profilar á internetinum, meðan talið í eldru flokkunum er heili 25%.