Dóttirin druknaði, tá pápin kysti elskarinnu

- Í eini lítlari løtu slepti eg barnavogninum, og sekundir seinni hoyrdu vit eitt ?plobb?. Tað var, sum um onkur kastaði ein stein út í, sigur pápin, Andrew Hopper Í eini rættarhoyring í Bretlandi er nú komið fram, at tað vóru ?tragiskar? umstøður, sum lógu til grunds fyri, at lítla Rebekka Hopper druknaði í einum barnavogni hin 15. februar í ár.

Hin 2 ára gamla gentan druknaði, tá barnavognurin, sum hon og bróðurin sótu í, koyrdi út í ísakalda sjógvin við Warren Apron, uttanfyri Folkstone í Stórabretlandi.

Í hoyringini er komið fram, at vanlukkan hendi, tá pápi børnini mussaði eina kvinnu, sum hann hevði eitt forhold til, meðan mamman til børnini og hjúnarfelagin var stødd heima við hús.

BBC vísir til eina løgregluavhoyring, har pápin og elskarinna hansara greiddu frá, at pápin slepti takinum um vognin eina pinkulítla løtu.

- Í eini lítlari løtu slepti eg barnavogninum, og sekundir seinni hoyrdu vit eitt ?plobb?. Tað var, sum um onkur kastaði ein stein út í, segði pápin, Andrew Hopper.

Pápin leyp í út fyri at taka sær av tí átta mánaðar gamla soninum, samstundis sum kvinnan royndi at hjálpa Rebekku.

Fólk, sum vóru á staðnum, kastaðu eina bjargingarboyðu út í. Hóast tey royndu at fáa Rebekku til lívs aftur, eydnaðist tað ikki.

Rebekka doyði seinni á sjúkrahúsi.

Sum skilst, var vognurin ikki bremsaður, og børnini vóru ikki íbundin, sum tey áttu at verið.

Ákæruvaldið hevur tó gjørt av, at einki ólógligt fór fram.

Elskarinnan heldur, at barnavognurin kann vera farin á rull av vindi.

Mamma Rebekku er flutt frá pápanum og roynir nú at koma víðari eftir at hava mist 2 ára gomlu dóttrina.

Andrew hevur eisini mist sína Rebekku.