Dýrur umgangur hjá Kaptain Gorbatjov

Sektaruppskot fyri at missa olju á sjógv og rokning fyri tilbúgving og upprudding kosta reiðarínum, sum eigur russiska trolaran Kaptain Gorbatjov, 750.000 krónur Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at sektaruppskotið, sum skiparin á russiska trolaranum Kaptain Gorbatjov fekk handað seinnapartin í gjár, ljóðar upp á 50.000 krónur.

Tað var Faroe Ship, ið umboðar reiðaríið og skiparan, sum fekk sektaruppskotið handað.

Jóhanna Olsen sigur, at millum 1000 og 5000 litrar av lættari tungolju eru farnir í havið, og at Umhvørvisstovan hevur hildið seg ?konservativt? til teir 1000 litrarnar, haðani rokningin í sektaruppskotinum stavar.

- Hetta er so í minsta lagi nøgdin av olju, sum er farin í havið, leggur hon aftrat.

Innlendismálaraðið hevur eisini gjørt upp, hvussu nógv tilbúgvingin og uppruddingin fer at kosta, og fyri henda partin av arbeiðnum skal reiðaríið, sum eigur Kaptain Gorbatjov, rinda 700.000 krónur.

Hetta gjørdist soleiðis ein dýrur umgangur hjá russiska trolaranum, tess skipara og reiðaríi.

Tá bankatrygd er veitt fyri hesum upphæddum, kann Kaptain Gorbatjov loysa í føroyskum sjógvi.

Sum skilst, er ein ávís óvissa um útreiðslurnar av tilbúgving og upprudding, og tí er ikki óhugsandi, at tær 700.000 krónurnar fyri henda partin kunnu lækkast nakað.