Dýrur mánaður fyri kommununa

Tølini fyri inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu í mai mánaði vísa greitt tað, sum mong annars bóru ótta fyri:

Næstan tvær milliónir krónur minni eru komnar inn í kommunukassan henda farna mánaðin, enn somu tíð í fjør.

Nýggjastu tølunum frá Toll og Skatt vísa nevniliga, at mai royndist sera illa, meðan mars mánaður helt nøkunlunda stand, tá skattainntøkurnar minkaðu við bert 0,08 prosentum.

Høvuðsorsøkin til hesa gongdina er kreppan í fiskivinnuni. Hetta hevur serliga rakt fiskivinnuhøvuðsstað okkara, har afturlatingin av Kósavirkinum og sølan av fleiri skipum úr býnum, eru høvuðsorsøkir til hetta.

Afturgongdin í skattainntøkuni í mai var omanfyri 14 prosent og sum er met, tí nærmasta fallið var í februar mánaði í ár tá skattainntøkan fall 6,56 prosent.

Úr kommununi verður sagt, at tey fingu 9,5 mió krónur inn í kommunu skatti í mai mánaði í ár, ímóti 11,2 mió kr. í mai 2008.