Dýrur dagur í dag

- Tað verða øll húsarhald, sum merkja hesar hækkingar, men serliga hjá barnafamiljum við meðal og lágum inntøkum merkjast hækkingarnar av álvara, sigur Samtak. Dagurin í dag verður dýrur fyri føroysku familjuna. Eftir ætlan leggur fíggjarnevndin sítt álit fram um fíggjarlógina fyri 2011 seinni í dag.

- Vit kunnu vænta tilmæli um príshækkingar á fleiri økjum. Sev hevur eisini fund í dag, og har kunna vit eisini vænta príshækkingar.

Tað sigur Samtak í skrivi, sum júst nú er sent fjølmiðlunum.

- Nær fíggjarlógin verður endaliga samtykt, er eitt sindur ógreitt, men vanliga er hetta fyri jól.

Umframt vanliga prísvøksturin, sum altíð er, og sum fyri árið 2011 er mettur at vera 2-3%, kunna vit vegna politiskar avgerðir vænta at -

* streymprísurin hækkar

* mjólkaprísurin hækkar

* oljuprísurin hækkar

* barnsburðargjaldið hækkar

Samtak sigur, at fyri húsarhald við nógvum børnum merkja hesar hækkingar fleiri túsund krónur í eykaútreiðslum um árið.

- Tað vera øll húsarhald, sum merkja hesar hækkingar, men serliga hjá barnafamiljum við meðal og lágum inntøkum merkjast hesar hækkingar av álvara, tí hetta er neyðsynjarvørur, sum tú noyðist at keypa.

Samtak leggur aftrat, at sjómansfamiljurnar vera eisini raktar av, at landið flytir minstulønina yvir á vinnuna, tískil lækkar inntøkan hjá øllum sjófólkum í 2011.