Ein heppin føroyingur kann í kvøld gerast tvær milliónir krónur ríkari. Tað er nevniliga virðið á Gekkinum í kvøld og sum vanligt er, tá ið Gekkurin er høgur, so er stórur áhugi fyri at spæla Gekk.
Sølan hesa vikuna er ikki liðug enn, men vísa tølini fyri farnu viku, at føroyingar keyptu umleið 27.900 gekkaseðlar. Tað er tó eitt sindur minni enn undanfarnu viku, tá umleið 28.800 seðlar blivu seldir. Tað er ikki vanligt at sølan minkar tá Gekkurin er so høgur, men tað hevur kanska nakað at gera við, at Gekkurin bleiv fluttur í síðstu viku.
- Síðst var hann hóskvøld, tí Dýri biðidagur var fríggjadagin. Tað hevur helst ávirkað, tí teir flestu seðlarnir verða seldir fríggjadag. So tað kann hugsast, at tað hava verið nøkur, ið ikki hava fingið við, at hann var hóskvøld, sigur Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum.
Sølan av Gekkum hevur verið rímiliga støðug seinastu vikurnar. Tá Gekkurin var á 1,5 milliónum krónum fyri trimum vikum síðan vórðu 27.000 seðlar keyptir. Tað er tó langt frá metinum, ið er 49.000 seðlar. Tað metið bleiv sett tá Gekkurin var nýggjur og flest allir føroyingar spældu Gekk.










