Í morgin verða tveir dystir spældir í Betrideildini hjá monnum.
Klokkan 18 spæla Skála og B36 undir Mýruhjalla á Skála, og klokkan 19 spæla ÍF og Víkingur í Fløtugerði í Fuglafirði.
Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum millum Skála og B36 á FM1. Árni Gregersen verður heimildarmaður til dystin millum ÍF og Víking.
Sendingin byrjar klokkan 17.55. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri liðini koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.
Sunnudagin sigur Tróndur Arge beinleiðis frá tveimum dystum á FM1. Klokkan 15 verður tað klassikkarin í Gundadali í Havn millum HB og KÍ, og tá klokkan er farin av 17 verður sagt frá dystinum úti í Vika á Argjum millum AB og TB.