Dánjal Johannesen 90 ár

Í dag fyllir Dánjal Johannnesen, (Dánjal Eysturi í Líð) á Nesi 90 ár.

Hóast henda høga aldur er Dánjal lættur uppá krop og fylgir við í øllum, sum rørir seg í samfelagnum. Hugurin til sjógvin hevur verið stórur hjá honum. Hann fór tíðliga til skips, fyri síðani at fara á motorpassaraskúla. Tey nógvu árini á sjónum var hann motorpassari. Nevnast kann, at hann var motorpassari á Heyki hjá Skipafelagnum, tá hann fylti 70 ár. Hann hevur verið ein álitismaður, lættur av lindi, skemtingarsamur, vinarligur og lættur at umgangast.
Dánjal var farin um tey sjúti tá hann legðist uppi. Hugurin stóð støðugt til sjógvin, og tí hevur hann altíð átt bát. Ein partur av tíðini, sum pensionistur, er farin í bátinum, og í egningaskúrinum. Hóast Dánjal nú fyllir 90 ár, so hendir tað enn, at hann fer á prutlinum inn í skúrin at egna. Dánjal hevur verið trúgvur at møtt upp bæði í kirkjuni og í missiónshúsinum. Honum hevur dáma væl at sungi, og hevur hann gott mál. Dánjal er giftur við Herthu, og eiga tey fýra børn. Honum verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum.