Síðani eg skrivaði eina grein um evni í síðstu viku, hava røddir verið frammi um, at tað ikki er nøktandi bert at døma harðan dóm til seksualbrotsmenn og onga viðgerð.
Í DK var í 2003 sett í verk ein national handlingsplan fyri bardagan ímóti kynsligari misnýtslu av børnum.
Ein kanning, ið hevur til endamáls at greiða frá, hvørji úrslit hendan nationala handlingsplanin hevur havt við sær, vísir á, at serliga bólkurin av persónum, ið hava framt siðamisbrot ímóti børnum, er ringur at viðgerða. Hetta vegna stórt lutfall av persónligheitsórógv millum tey kannaðu og ein klárur tendensur til manglandi erkenning av trupulleikanum, manglandi evni at átaka sær skuld umframt manglandi empati fyri offrunum.
Í kanningini mæla tey til, at psykiatrisk - sexologisk viðgerð inngongur sum ein partur av dóminum. Endamálið er partvíst at minka um vandan fyri afturfallið, at gera evt. afturfall minni álvarsom umframt at ogna sær vitan um seksualbrotsmenn og viðgerð av teimum.
Tey mæla frá, at teir seku verða dømdir at ganga til ambulanta viðgerð, tí royndir vísa, at teir møta ikki til viðgerðina. Harumframt vísir gransking úr Noreg eisini á, at tað tekur 3 - 5 ár í viðgerð, áðrenn ein kann siga, at vandin fyri afturfallið er minkaður.
Við hesum tølum í huga er skjótt at staðfesta, at støðan í Føroyum viðvíkjandi afturfallið hjá teimum, ið gera seg inn á børn, er vánalig, tí her verða flest allir dømdir treytaðan dóm og onga viðgerð.
Tí er eyðsæð, at vit í Føroyum hava tørv á harðari lóggávu og tvungnari viðgerð av teimum seku, meðan teir sita ávíst áramál, soleiðis at vit kunnu tryggja okkum, at alt verður gjørt fyri at forða fyri, at sami brotsmaður sleppur at gera seg inn á fleiri børn.
Hetta eigur at verða sæð sum ein partur av fyribyrgingararbeiðinum, samstundis sum tað gevur offrunum ein linna og kenslu av rættartrygd at síggja, at vit sum samfelag taka á okkum ábyrgdina at syrgja fyri rættvísi fyri tann einkulta og tó viðgerðarmøguleika fyri tann seka.
Kris ger hvønn dag eitt megnar arbeiði, har sum tað almenna hevur slept endanum. Hetta mugu vit kunna gera betri frá almennari síðu við at økja játtanina hjá Kris á fíggjarlógini umframt at t.d. dømt teir, ið eru sekir í seksuellari misnýtslu av børnum, at goldið eina ávísa upphædd til Kris, ið so hevði betri møguleikar at hjálpa teimum, ið eru rakt av hesum.
Tað er mítt mál at fáa sett í verk eina nationala handllingsplan fyri Føroyar við tí fyri eyga at skapa meiri vitan um evni, syrgja fyri kunning, fyribyrgjandi tiltøkum og hagtølum, ið kunnu verða við til at minka um kynsliga misnýtslu av børnum í Føroyum.
Greitt er, at tað er neyðugt við nógvum arbeiði á økinum, ið hevur verið fevnt av tabu í alt ov langa tíð, men nú er tíðin komin at avtabusera alt økið og reformera lóggávuna.
Mín partur skal so ikki liggja eftir !
Birita á Løgmansbø Bláhamar
Valevni hjá Framsókn til Løgtingsvalið 2011