Dómstólur: Trump skal lata frá sær skattaskjølini

Dómstólur staðfestir, at skattaskjølini hjá Donald Trump, foresta, skulu latast ákærumyndugleikanum.

Ein samveldisdómstólur í USA hevur avgjørt, at grannskoðarin hjá Donaldi Trump, forseta, skal lata ákærumyndugleikanum í New York skattaskjølini hjá forsetanum seinastu átta árini, skrivar Reuters.

Roknað verður við, at málið endar í hægstarætti í USA.