Ódámligur og ólógligur fangaflutningur kannast!

Sendingin hjá DR í gjárkvøldið um fangaflutningin hjá CIA er sera skelkandi. Í áravís hevur CIA í loyndum handtikið og burturflutt fólk, sum eru undir illgruna fyri at stuðla yvirgangi. Handtøkur eru oftast framdar uttan fyri USA í demokratiskum londum, har slíkt virksemi sjálvsagt er ólógligt. Hesi fólk eru so í loyndum við flogførum flutt fyrst til USA og síðan til lond, har loyvt er at nýta pínslu í sambandi við avhoyring. Nógvir av fangunum eru horvnir og uttan iva tiknir av døgum. Sendingin legði fram prógv um, at fangarnir eru fluttir við privatum flogførum gjøgnum eitt nú grønlendskt (danskt) loftrúm eins og flogførini hava millumlent í Grønlandi á veg til loynilig fongsul í einumhvørjum diktaturstati, sum CIA samstarvar við. Hetta virksemið eri ikki bert andstyggiligt brot á allar humanar meginreglur og øll mannarøttindi – hetta er eisini grovt brot á altjóða sáttmálar, sum bæði USA og Danmark vegna alt ríkið hevur samtykt.

 

Tað má tí vera eitt ófrávíkligt krav, at hetta mál alt fyri eitt verður kannað av almennari og óheftari kanningarnevnd. Landsstýrini í Grønlandi og Føroyum eiga sjálvsagt at verða tikin uppá ráð, tá henda nevnd verður sett. Danska stjórnin hevur áður fingið fyrispurningar um slíkt ódámligt virksemi og tá hevur svarið altíð verið, at stjórnin hevur spurt USA, sum hevur svarað, at einki er í hesum máli. Men nú gongur so sjón fyri søgn og vit mugu og skulu hava alt á borðið og í hesum sambandi eisini svar uppá spurningin, um CIA flogførinin eisini eru farin um føroyskt loftrúm, sum nógv bendir á. Við óvitandi ella vitandi at góðtaka hetta virksemið er danska stjórnin vorðin partur av sera grovum brotum á mannarættindi, altjóða rætt og rættartrygd. Á henda hátt fellur ábyrgdin á allan ríkisfelagskapin í og við, at Danmark hevur evstu ábyrgd av uttanríkis- og verjumálum. Sostatt hava Føroya eisini fingið medábyrgd av hesum rættarbrotum og teimum ómetaligu menniskjansligu ræðuleikum, sum standast av hesum ólógliga virksemi.

 

Løgting, landsstýri og ikki minst føroysku fólkatingsumboðini kunnu ikki sita hendur í favn, meðan allur demokratiski heimurin øtast yvir hetta ræðuliga mál. Løgting, landsstýrið og føroysku fólkatingsumboðini mugu skjótast taka undir við kravinum um eina óhefta kanningarnevnd. Føroya fólk og tess fólkavaldu umboð kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at gerast partur av hesum ræðuliguleikum. Grønlendingar hava longu gjørt vart við seg og kravt kanning. Vit mugu ikki standa aftan fyri grønlendingar í hesum máli, men skjótast nýta høvið at vísa donsku stjórinin og øllum heiminum, at Føroyar góðtaka ikki, at fólkaræðið verður vart við ódemokratiskum, ólogligum og ómenniskjansligum amboðum. Vónandi fer hetta at vera eitt av fyrstu málunum hjá nýggja løgtinginum og landsstýrinum at taka upp

 

Sosialurin