Dømdur fyri ágang móti hesti

Ein 26 ára gamal breti er dømdur fyri kynsligan ágang móti einum hesti og fyri djórapínslu av sama. Tað var eitt myndatól hjá løgregluni við infrareyðum, sum feldi Derek Woods úr Exeter, tá hann í einum fjósi í Devon í Onglandi gjørdi seg inn á hestin.

Tað skrivar BBC.

Tað var longu í desember í 2009, at løgreglan fyrstu ferð varð ávarað, tá hestaeigarin fann Woods sovandi í eini løðu.

Eitt myndatól við infrareyðum varð sett í fjósið, sum seinni avdúkaði hin 26 ára gamla.

Bretin viðgekk og verjin hjá honum, Neil Wraith, sigur, at maðurin kennir seg sera dálkaðan av tí, sum hann hevur gjørt.

Maðurin hevur alkoholtrupulleikar og er dømdur til 24 mánaðar ?uppsýn? og til viðgerð fyri sínar rúsdrekkatrupulleikar.

Derek Woods skal halda seg í minsta lagi ein kilometur burtur frá fjósinum hjá hestinum, skrivar BBC.