Dysturin millum Feyenoord og Heracle í bestu hollendsku deildini sunnudagin mátti stegðast í ein hálvan tíma, tá ið dómarin small um á vøllinum. Læknarnir hjá báðum feløgunum fóru í skundi á vøllin, og teir fingu dómaran, sum varð svímaður, á føtur aftur. Læknarnir tóku ongan kjans og sendu dómaran á sjúkrahús til kanningar. Fjórði dómarin fór tí á vøllin at døma, men dysturin lá stillur í ein hálvan tíma.