Norskur tingrættardómari, sum er farin um tey seksti, er komin lort í býin, eftir at tað er avdúkað, at hann hevur verið ónærisligur við eina 11 ára gamla gentu í einum toki. Eftir avhoyringar hjá norsku løgregluni, avgjørdi Tingrætturin í Oslo at lata mannin leysan, soleiðis at hann sleppur undan varðhaldsfongsling, meðan málið verður kannað nærri.
Sakførarin hjá tingrættardómaranum, Tor Erling Staff, sigur, at maðurin er sera fegin um at vera leyslatin.
Hin skuldsetti tingrættardómarin hevur sjálvur sagt, at hann nært við lærið á gentuni, men orsøkin var mátin, hann helt telduni uppá, meðan tey vóru í tokinum.
Rætturin heldur tað vera løgið, at maðurin skuldi velja at halda telduni júst soleiðis, at hann kundi nerta við løruni á gentuni.
Tingrættardómarin segði eisini, at hann valdi at fylgja gentuni, eftir at tey vóru farin úr tokinum, tí hann hevur áhuga fyri menniskjum. Men hetta helt rætturin ikki vera eina nóg góða orsøk hjá honum til at nerta gentuna um lørini.
Hóast maðurin er leyslatin, stendur ákæran móti honum við, og Tingrætturin í Oslo fer at kanna viðurskiftini.
- Hetta er eitt álvarsamt mál, sum verður kannað nærri, sigur politiadvokaturin, Kari Kirkhorn, við norska Dagbladet.
Norski tingrættardómarin er eisini ákærdur fyri at hava chattað á netinum um kynslig viðurskifti við børn.