Ein 43 ára gamal norðmaður, búsitandi í Vejle í Danmark, er dømdur 60 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava heiðrað norska hópdrápsmannin, Anders Behring Breivik (myndin).
Maðurin er dømdur fyri, at hann á vangamyndini hjá Breivik á Facebook kom við rósi til Breivik beint eftir yvirgangsatsóknirnar á Utøya í Norra tann 22. juli í 2011.
Eitt nú skrivaði maðurin Vit elska teg, Anders Breivik, og eisini er hann dømdur fyri at hava roynt at villleitt politiið við følskum prógvum, har hann róði framundir, at hann var samsekur í yvirganginum.










