sjónleikur
- Tíggju ferðir afturat. So er liðugt. Ikki tí vit ikki tíma meira, men tað eru aðrar uppgávur, sum eisini bíða leikarunum, og nú próvtøkutíðin eisini nærkast, er avmarkað, hvussu nógv vit kunnu krevja av øllum teimum, sum onkursvegna eru við í leikinum.
Soleiðis sigur Jóanna Djurhuus, sum er PR- og framleiðslufólk til leikin um »Fólk og dólgar í Kardamummubýi«.
Nýtt met
Tá tær tíggju sýningarnar, sum nú koma afturat, eru íroknaðar, hevur leikurin verið á palli 62 ferðir síðani frumframførsluna tann 29. oktober, og tað er eftir øllum at døma met.
Jóanna sigur, at tey eru ikki heilt vís í, hvussu ofta Havnarmyndir vóru á palli í sínari tíð, men hildið verður, at framsýningarnar tá vóru nakrar og hálvtrýss í tali. Barnaleikurin, Pippi, varð fyri góðum trimum árum síðani leiktur 53 ferðir.
Og sambært Jóannu, so høvdu tey onga hóming av, leikurin fór at gerast somikið væl umtóktur, tá farið varð undir fyrstu sýningarnar.
- Sjálvandi vónaðu vit, at fólk tóku væl undir við leikinum, men ein slíka undirtøku, sum vit hava upplivað hesar mánaðirnar, høvdu vit so als ikki væntað. Vit eru snøgt sagt púrasta ovfarin, staðfestir Jóanna.
Stóri áhugin fyri leikinum gevur eisini tann upplagda spurningin, hvørt tað ikki kundi verið eitt gott hugskot, um leikurin varð festur á band, so Sjónvarpið møguliga kundi sent hann.
Til hetta sigur Jóanna, at allir leikir verða bandaðir.
- Tað gera vit altíð, so vit kunnu eftirmeta avrikið, men um tað so eisini verður til sjónvarpsupptøkur er so ikki nakað, sum eg geri av, sigur hon.
Tær tíggju eykasýningarnar av dólgunum verða í døgunum frá 25. januar til 5. februar. Forsølan byrjar nú fríggjamorgunin komandi, og verður tað hesaferð bert í Kunningarstovuni í Havn, at atgongumerki verða seld.










