Mitt í sendingini broyttist orðið knappliga til dúkka. Síðani varð tosað um eitt dúkk, ikki eitt kav ella eina kavan/kaving.
Fyrr varð sagt dúkkari og tann og tann hjá dúkkaranum. Verður hetta sagt enn? Eru vit ikki komin longri í 2007?
ALTSO: KAVA og KAVARI, ikki DÚKKA og DÚKKARI.
KAVNAGLI: Munnu timburmenn brúka føroyska orðið, kavnagli, ella siga teir dúkknagli um naglan, sum fær kavseymin undir kav?
BURMA, ikki BØRMA: Hví munnu útvarpsfólk siga Børma? Her er neyvan talan um danska ávirkan!?!
Á Borg á Argjum í skurðsól 2007
Við málkvøðu










