Dúgvurnar fingu frið

Tað gekk av skriðuni til hjá Marius Joensen á seinasta kappingardegnum, tá hann skuldi skjóta eftir finalumøguleikanum í skeet

Undan degnum var Marius bara tríggjar dúgvur frá einum plássi millum seks teir bestu skjúttarnar. Og tí kundi hann – um hann skeyt væl – røkka finaluplássinum. Og harvið halda fast um møguleikan at endurvinna bronsuna.

Men tað gekk als ikki hjá Marius hósdagin. Í hvørjum umfari skal skjótast eftir 25 dúgvum, og Marius skeyt ávíkavist 19, 17, 20, 16 og 15 hesum.

Tað sendi hann niður á eitt 15. pláss í samlaðu støðuni, har hann eisini varð yvirhálaður av Magna Dam.

Magni hevði ein heldur óstøðugan dag, har hann skeyt ávíkavist 16, 21, 17, 21 og 19 dúgvur. Samanlagt var hetta nóg mikið til at geva honum eitt 10. pláss í kappingini.