- I? no?gv a?r var ein føst mannagongd millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag, sum gjørdi sa?ttma?lasamra?ðingar einfaldari, ta? talan er um føroyska fiskiflotan. Ta? mettu føroyskir reiðarar, at tað skilabesta var, at teir savnaðu allar skipabo?lkar, sum eru i? føroyska fiskiflotanum og lo?tu Føroya Reiðarafelag taka sær av sa?ttma?lasamra?ðingunum.
Tað skrivar Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, í nýggjastu útgávuni av Mið & Magn, sum felagið gevur út saman við Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Tað er Páll, sum hevur innihaldsligu ábyrgdina av útgávuni.
- Nu? er tað so, at samskifti millum reiðarar og fiskimenn fevnir um so no?gv annað enn sa?ttma?lasamra?ðingar. Talan kann vera um leyst pra?t, sum kann snu?gva seg um alt millum himmal og jørð.
Hann vísir á, at tá reiðarar vóru skipaðir í felag, vóru samráðingarnar ein einføld og smidlig mannagongd, sum tó sja?lvandi kravdi, at tað var eitt vet av "disiplin" millum skipabo?lkarnar.
- Men i? 2011 kom broyting i? hesa go?ðu siðvenju. Nu? skuldu manningarfeløg samra?ðast við hvønn skipabo?lk sær. Ein avleiðing er, at summir reiðarar nu? hava ein cowboy-mentalitet, har teir halda seg hava fri?tt spæl til at avtala hvat sum helst við tann einstaka sjo?mannin, skrivar Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Umrødda grein kann í fullum orðaljóði lesast um heimasíðuna hjá eitt nú Maskinmeistarafelagnum www.mf.fo