Country Sisters til Føroya

Country Sisters, sum gjøgnum árini hava spælt meira enn 2000 konsertir kring heimin, verða við á Tórshavnar Countryfestivali í mai.

 

Country Sisters er bólkur úr Kekkia, sum hevur verið virkin í nógv ár og hevur ferðast kring heimin og spælt konsertir. Bólkurin hevur havt skiftandi manningar gjøgnum árini, og núverandi bólkur varð savnaður í 2011.

 

Country Sisters er mannaður við 6 kvinnum, sum bæði spæla, syngja og dansa. Tær spæla javnan á festivalum og til konsertir, og tær hava seinnu árini vitjað lond sum Týskland, Sveis, Danmark, Noregi, Kanada og Ísland. Country Sisters hava eisini vitjað í Føroyum áður.

 

Country Sisters hava eisini givið tónleik út, og higartil eru tað blivnar til 12 fløgur og 2 dvd-útgávur.

 

Tórshavnar Countryfestivalur verður hildin dagarnar 11. og 12. mai.