Country merkir bygd

- Vit eru væl nøgd við festivalin, sigur fyrireikari av Countryfestivalinum. Sí myndarøð.

 

Vit eru so ótrúliga væl nøgd við festivalin, sigur fyrireikari av Country- og Blues-festivalinum í Sørvági.

 

Les eisini Tað má vera ektað

 

Les eisini Grava eftir gulli í Sørvági

 

“Hetta er besti festivalur í Føroyum, siga tey,” sigur Tordis Skaalum. Fólk, hon hevur tosað við, hava peikað á, at tað er intimiteturin, ið ger festivalin so góðan. Styrkin í festivalinum er tað bygdakenda, heldur Tordis Skaalum. “Country merkir bygd og vit leggja dent á, at hetta er ein fólkafestivalur.” Festivaløkið er lítið, og alt er tætt knýtt saman.

 

Les eisini Gleði meg til Hallur

 

Les eisini Uden mad og drikke, duer cowboyen ikke

 

Les eisini Fantastiskar rammur um tiltakið

 

“Vit meta, at eini 3000 fólk hava verið á festivalinum. Tað vóru nógv fleiri gestir enn í fjør og nógv fleiri campinggestir. Eisini vóru nógv fleiri ung enn undanfarin ár.”

 

Les eisini Væl vitjað festivalkirkja

 

Les eisini Meiri bygdakent enn á Ólavsøku