Nú klokkan 20 í kvøld fer Tórshavnar Country 2012 Festivalur av bakkastokki. Klokkan 20 leggur Evi Tausen fyri, og klokkan 21.30 fer Rannvá Vesturklett á pallin.
Klokkan 23 i kvøld verða Country Sisters at hoyra, og seinastur - klokkan 01 í nátt - fer Hallur Joensen á pallin.
Í annaðkvøld verður tað Kristina Bærendsen, sum leggur fyri klokkan 20. Eftir hana klokkan 21 verður tað Alex Bærendsen.
Klokkan 22.15 er tað Magni Cristiansen, sum fer á pallin, og eftir hann Arly Karlsen, sum leggur fyri klokkan 23.30.
Seinastur á skránni í annaðkvøld - ella klokkan 02 - stendur Joen Magnus Danielsen fyri tónleikinum.