Hondbóltsáhugaðir føroyingar hava seinastu mánaðirnar við spenningi bíðað eftir at frætt, hvussu tað gongur hjá teimum ymisku feløgunum við at fáa venjarar og spælarar til komandi kappingarár. Tey allarflestu av stóru feløgunum hava loyst venjaraspurningin, men hjá Neistanum hevur tað gingið striltið, og herfyri takkaði rumenin Costin Dumitrescu, sum áður hevur leitt strandingar til meistaraheitið, nei í evstu løtu.
Tíðin byrjar at ganga undan
Formaðurin í Neistanum, Jón Kragesteen, sigur, at tað var óheppið, at Costin segði nei, hóast teir vóru komnir rættuliga væl áleiðis í samráðingunum. - Vit vóru nærum komin á mál, men so kendi Costin seg noyddan at siga nei av persónligum orsøkum, og tað noyðast vit í Neistanum sjálvsagt at virða, sigur Jón Kragesteen.
Hondbóltskappingin fer av bakkastokki fyrst í oktober mánaða, og formaðurin í Neistanum ásannar, at tíðin er við at ganga undan hjá teimum í strembanini eftir at fáa ein góðan venjara til besta mansliðið. - Vit hyggja allastaðnis, bæði her heima og uttanlanda, eftir einum venjara, og eg vóni, at vit hava eina loysn heilt skjótt, men eg tori ikki at lova nakað, sigur Jón Kragesteen.
Ivasamt við leikarum
Tað er ikki bert á venjaraøkinum, at allar súður ikki eru syftar enn hjá neistamonnum. Tað hevur ljóðað, at fleiri av leikarunum eru á veg úr felagnum, og nøvn sum Áki Mørk, Ári Rouch og Ragnar Stakksund hava allir verið settir í samband við H71. Um hesir høvdu farið úr Neistanum hevði tað verið ein stórur smeitur hjá felagnum, serliga tá ið havt verður í huga, at hetta eru tríggir leikarar, ið allir eru uppvaksnir í felagnum.