Cornelius álvarsliga skaddur

FCK-áleyparin verður neyvan at síggja aftur á vøllinum fyribils.

Álopsessið hjá FCK, Andreas Cornelius, kemur neyvan at spæla fótbólt aftur fyribils. Tað er greitt eftir at hann fekk eina harðliga takkling í dystinum ímóti Silkeborg, sum er í gongd í løtuni.


Eftir takklingina frá Dennis Flinta tók hann seg til fótin, og tað gjørdist skjótt greitt, at støðan var álvarslig. FCK váttar longu á Twitter, at økulin er brotin.


- Eg hugdi burt. Hatta sá ræðuligt út, sigur liðfelagin, Christian Poulsen, við sjónvarpsrásina TV3 Sport 1.


- Ræðuligt, ræðuligt at síggja. Hann hevur drúgvan veg aftur á vøllin, sigur venjarin, Ståle Solbakken.


FCK er í løtuni á odda 4-0. Enn manglar eitt korter av dystinum og føroyski Brandur H. Olsen er júst innskiftur.