Við siðbundnum jødiskum bønum fór Leonard Cohen til jarðar hósdagin.
Hetta hendi í Montreal í býarpartinum Westmount. 82 ára gamli Cohen fór sostatt til jarðar sambært jødiskari siðvenju, har jarðarferðin er so skjótt gjørligt. Umframt siðbundnar jødiskar bønir, varð lisið brot úr síðstu útgávuni hjá Cohen, You Want It Darker.
Cohen andaðist mánadagin, og varð líkið flogið úr Los Angeles til Montreal, har Cohen er grivin í gravstaðið hjá familjuni.










