Claus og Jón Rói eru ivasamir

Í dag verður gjørt av, um tveir av teimum, sum seinastu tíðina hava verið fastir menn á liðnum, skulu við til Fraklands

LANDSLIÐIÐ

Í morgin fer landsliðið undir størstu avbjóðingina í hesi HM undankappingini. Tá fer landsliðshópurin úr Vágum og umvegis Keypmannahavn og til Fraklands, har dysturin verður leygardagin.
At fronsku heimsstjørnurnar eru væl fyri varð undirstrikað í vikuskiftinum. Zidan hevur bjóðað seg í tænastu aftur fyri føðilandið. Sunnukvøldið var spældi Real Madrid í fyrsta umfarinum á útivølli móti Cadiz. Zidan var væl upplagdur á miðvøllinum, og tað var hann, sum við genialari fríspæling var upphavið til fyrra Real Madrid málið. Eftir bragdliga byrjan og 1-0 málið, sum Ronaldo skoraði, fall Real Madrid í fátt, og teir vóru hepnir at fáa sigursmálið.
Eitt sindur av iva er um, hvørjir skulu við føroyska ferðalagnum til Fraklands. Ivin er serliga um Claus Bech Jørgensen og Jón Róa Jacobsen. Felags fyri teir báðar er, at teir seinastu tíðina hava verið fastir menn á landsliðnum, og at teir ikki spældu í vikuskiftinum.
Claus Bech Jørgensen er fyri fyrstu ferð nakrantíð plágaður av vøddaskaða. Tað bar við sær, at hann ikki var førur fyri at spæla, tá ið Coventry leygardagin tapti 2-1 á útivølli móti Sheffied United. Í gjár skuldi eykaliðið hjá Coventry spæla. Um Claus Bech Jørgensen ikki varð førur fyri at vera partur av liðnum, so varð í gjár tað roknað torført at ímynda sær, at hann fór at verða partur av føroyska ferðalagnum í Fraklandi.
Eftir ein tíma noyddist Jón Rói Jacobsen av vøllinum mikukvøldið, tá ið Frem vann 2-1 í steypakappingini móti Vejle. Sunnudagin hittust hesi bæði feløgini aftur í landskappingini. Úrslitið var 1-1, og Jón Rói var ikki á Frem liðnum. Fótliðsskaðin plágaði framvegis, men Jón Rói Jacobsen hevur gott mót:
- Nú er pínan burtur. Eg fái viðgerð hvønn dag, og eg vóni og rokni við, at eg verði førur fyri at spæla leygardagn, segði Jón Rói Jacobsen fyrrapartin í gjár. Hann og landsliðsvenjarin skuldu tosa saman í gjárkvøldið, og tá varð roknað við, at endalig støða skuldi takast til, um miðverjin verður førur fyri at luttaka í Fraklands ferðini ella ikki.
Hjá fleiri øðrum útisetum var spælitíðin ikki serliga long. Atli Danielsen hugdi at, tá ið Sogndal legði rygg til 4-0 tap á heimavølli. Teir mistu málverjan, sum fekk reytt kort, tá ið eitt korter var farið.
Súni Olsen spældi sjey minuttir hesa ferð. Fyri viku síðani var hann á vøllinum í eitt korter. Todi Jónsson var í ein tíma, áðrenn hann varð skiftur út, í einsamallari og harvið vónleysari álopsódn, tá ið Start í 4-5-1 uppstilling tapti 2-0 á útivølli.
Harafturímóti spældi Rógvi Jacosben hesa ferð allar 90 minuttirnar, tá ið KR fekk trý stig. Andrew av Fløtum var á vøllinum í 81 minuttir, tá ið Fremad Amager á heimavølli spældi 2-2 móti Køge.