Claus Meyer: Michelinsjørnurnar fara at ávirka ferðavinnuna

- Tað er rættiliga sensationelt, sigur danski kokkurin og íverksetin um KOKS

- Tað er rættiliga sensationelt, at ein lítil oyggjabólkur í Atlantshavinum kann fostra eina matstovu, sum ger seg galdandi millum tær allar fremstu í øllum Evropa.

 

Hetta sigur navnframi danski íverksetin, Claus Meyer, um Koks, sum júst hevur fingið sína aðru Michelin-stjørnu. Claus Meyer hevur lagt lunnar undir nýggjan norðurlendskan mat sum ein av stovnarunum av viðurkendu donsku matstovuni Noma, sum hevur verið heiðrað sum heimsins besta heili fýra ferðir.

 

 

Fer at ávirka ferðavinnuna

 

Danski matkongurin væntar, at hendan seinna stjørnan veruliga kemur at síggjast aftur í Føroyum.

 

- Stjørnurnar fara ivaleyst at hava okkurt at siga fyri synergiina, sjálvsálitið og samanhangin hjá føroyskari gastronomi. Men burtursæð frá tí, so fer hetta heilt víst eisini at ávirka ferðavinnuna, og eg eri vísur í, at mann fer at síggja Michelin-stjørnurnar aftur í inntøkunum frá ferðavinnuni í framtíðini, sigur Claus Meyer.

 

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum er stórt tema á átta síður um stóra bragdið hjá Koks og tær tvær Michelinstjørnurnar. Sosialurin kann keypast í sølubúðunum kring landið, og talgilda útgávan kann lesast HER.